SNAR.fo

Stendur purisman fyri falli?

Jógvan í Lon Jacobsen, Adjunktur. Fróðskaparsetur Føroya (09-05-2007) - PowerPoint

Purisma merkir málreinsing. Spurt verður, hvussu útlitini eru fyri at purisman fer at standa seg sum almenn idelogi í Føroyum. Tað vísir seg nevniliga, at hugburður til purismuna er í rættiliga stóran mun bundin at samfelagsligum brigdlum.
Grundarlagið undir fyrilestrinum er ein meiningakanning um hugburð til og nýtslu av ávikavist enskum og føroyskum orðum. Kanningin vísir, at undirtøkan fyri purismuni er størri millum fólk við stuttari ella ongari útbúgving og lágari inntøku enn millum væl útbúgvin fólk og fólk við høgari inntøku. Eisini vísir kanningin, at undirtøkan er størri millum eldri fólk enn millum yngri.
 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo