Risikosamfelagið hjá Ulrich Beck
Firouz Gaini Ph.Lesandi. Fróðskaparsetur Føroya (26-09-2007)
- ella hvat seta vit í váða?
Ulrich Beck, týskur sosiologur, skrivaði í 1986 bókina
“Risikogesellschaft” (risikosamfelagið), ið er ein tann mest umrødda sosiologibókin í nýggjari tíð. Heimurin er nógv broyttur síðan 1986, og í fyrilestrinum verður verkið lýst útfrá samfelagsstøðuni - heima og úti í heimi - í dag. í fyrilestrinum verður spurt - hvat er "risikosamfelagið" og hvat er hin "nýggi moderniteturin"? Eisini verður hugt at avmarkingum, ið hugtakið hjá Beck kann sigast at hava.