Plantuvøkstur í einum umhvørvi, sum er í broyting
Anna Maria Fosaa, Ph.D., leiðari á Plantusavninum. Føroya Náttúrugripasavn (02-05-2007).
Plantuvøksturin hevur broytt seg gjøgnum tíðirnar og ger tað framhaldandi. Ein orsøk til tess er árinið av mannavirksemi, sum økist í hvørjum. Eitt nú fer nógv lendi til ymist virksemi, meira verður dálkað, seyðabitið økist og fremmand sløg, ið verða innflutt, hótta tann villa vøksturin. Harumframt fara komandi veðurlagsbroytingar helst eisini at broyta plantuvøksturin munandi, og stórur vandi er fyri, at sløg hvørva.