Kunnu vit rokna við Merkinum - tí føroyska flagginum?
Frá Peturi Zachariassen og Náttúruvísindadeildini á Fróðaskaparsetrinum hevur SNAR fingið rokniuppgávur ætlaðar framhaldsdeild fólkaskúlans. Tilfarið er gott íkast til tvørgreinalig úndirvísing um Merkið og flaggdagshald.
Í tilfarinum verður víst á møguleikar at brúka Merkið til at rokna og telja uppá. Tilfarið er skipað sum 6 uppgávur við tilsamans 18 spurningum. Flestu spurningarnir eru vanlig roknistykki, einamest lutfalsrokning og teljingar. Einstakir spurningar eru egnaðir til bólkaarbeiði og praktiskar royndir. So tað ber til at rokna við flagginum.