Jarðfrøðiliga søgan um Bankarygg, Ymirryggin og Munkagrunnin
Heri Ziska, jarðalisfrøðingur, Jarðfeingi, (3-10-2007)
Leingi hevur verið hildið, at ryggirnir eru umleið 30 milliónir ára gamlir, men nýggj gransking á Jarðfeingi hevur víst á veikleikar við hesum ástøði. I fyrilestrinum verður greitt frá gamla ástøðinum, hví tað kom í, og hvørjir veikleikarnir eru við hesum ástøði. Síðan verður greitt frá nýggja ástøðinum, harundir verður greitt frá relevantum jarðfrøðiligum fyribrygdum.