Gróður og fiskur
Eilif Gaard, Lívfrøðingur, Dr. Phil. Fiskirannsóknarstovan (23-05-2007)
Gróður av plantuæti er grundarlagið undir lívinum í sjónum og týðiligt samband er ímillum hvussu nógvur gróðurin er og vøkstur og tilgongd av toski á Landgrunninum. Greitt verður frá hvussu plantuætið ávirkar vistskipanina, frá djóraæti til fisk. Plantuætið er føði hjá m.ø. smáum djóraæti, ið aftur er føði hjá fiskayngli, nebbasild og hvítingsbróðri. Bæði vøkstur
og tilgongd hjá toski verða ávirkað av, hvussu nógv føði er.