Grind og grindabýti
Jóan Pauli Joensen, Professari í siðsøgu, fil.dr & dr.phil.
Fróðskaparsetur Føroya (28-02-2007)
Greitt verður m.a. frá jarðarhvalinum, sum var avtikin í 1932, frá partahvali og frá drápsparti. Til fyri einum 30 árum síðani var tað so, at grindamenninir ikki fingu meira í sín part enn onnur í grindaumdøminum, uttan so at grindin var so lítil, at hon ikki varð skift til grindaøki, tá fingu teir alt. Hetta broyttist, tá avgjørt var at grindamenninir eisini skulu fáa drápspart umframt partahvalin.