SNAR.fo

Býarplanlegging í Havn 1908-2007

Erland Viberg Joensen, býarsavnsvørður í Tórshavnar
kommunu

Evnið á fyrilestrinum er um býarmenningina í Havn um tað mundið, tá ið býurin við skilvísari planlegging fyrst í 20. øld fekk sítt skap og fram til 1954, tá ið løgtingslógin um býarskipanir og byggisamtyktir varð samtykt. Nortið verður við arbeiðið hjá Wilstrup, býarplanleggjara seinast í 1950-árunum, og hugt verður at, at hvønn boðskap hann hevði. Ein stutt lýsing verður av bygging og byggivinnuni í 1960-árunum, og somuleiðis í 1970-árunum, tá ið bæði kommunalar og privatar útstykkingar vórðu ætlaðar, meðan størri – og mangan øðrvísi bygging sóust í 1980-árunum og fram til búskaparkreppuna fyrst í 1990-árunum.
 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo