Bakteriur á havbotninum
Gunnvør á Norði, lívfrøðingur, Havstovan.
Gunnvør leggur fyri at greiða frá bakterium í síni heild – hvat hetta er fyri nakað. Síðan greiður hon frá bakterium, ið niðurbróta lívrunnið tilfar. Hon tosar um hvussu bakteriur skipa seg á firðum og sundum. At enda nemur hon við hvat hendir við botninum tá ið hann verður dálkaður, her verður serliga hugt at botninum undir alibrúkum.