Alt er heilt vist óvist - um sannlíkindi, váðar og rárar
Petur Zachariassen, lektari í stødd- og hagfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya
Greitt verður frá sannlíkindahugtakinum, hvussu tað kann hjálpa til at rokna upp á og meta um fyribrigdi, har óvissa og tilvild ráða. M.a. hesir spurningar verða viðgjørdir: Hvat er kjansurin at vinna í V4, kann man finna kjansin fyri úrslitinum í einum fótbóltsdysti, og nær kann jólaódnin væntast aftur? Ymsir váðar, sum eru í einum modernaðum og globalum heimi, verða eisini umrøddir.