9. Tycho Brahe skilir, at tørvur er á neyvum málingum
Altjóða stjørnufrøðiár 2009
Greinarøð hjá Pól Jespersen.
Í langt áramál verður dúgliga kjakast um hypotesurnar hjá Kopernikus. Danski stjørnueygleiðarin Tycho Brahe skilir, at neyðugt er fáa til vega neyvar málingar. Longu sum barn fær Tycho áhuga fyri stjørnufrøðini. Sum tíðin líður, verður hann fremsti stjørnueygleiðari síðan Hipparch. Tycho Brahe ger sínar málingar við stórum siktitólum, tí kikari er eingin enn.