5. Hipparch staðfestir pólagongdina longu um ár 130 f.Kr.
Altjóða stjørnufrøðiár 2009
Greinarøð hjá Pól Jespersen.
Fyrst roknaði Eratosthenes tvørmálið í jørðini. So bar til at rokna støddina á mánanum og fjarstøðuna, fjarstøðuna hjá sólini og støddina á henni. Seinni varnaðist Hipparch pólagongdina, precessiónina. Alt hetta var komið upp á pláss fyri ár 100 f. Kr., men djørvu hugsanirnar hjá griksku teinkjarunum vunnu ikki frama í samtíðini, og næstu mongu øldirnar varð teirra virðismikla vitan burturgloymd.