SNAR.fo

'Summar-fuglar'

14.06.2010
Í tíðarskeiðnum 28. juni til 2. juli verður Summar-fugla legan, ið er lesi- og skrivilega fyri næmingar í 3., 4. og 5. flokki komandi skúlaár.

Endamál er at børn, sum fara í 3. 4. og 5. flokk komandi skúlaár, fáa høvi at fara á lesi- og skrivileguna “summar-fuglar”, har miðað verður ímóti at geva hesum børnum eitt eyka skump í lesi- og skrivimenning teirra. Endamálið er, at eftir summarleguna, skulu hesir børn hava ment teirra lesi- og skriviførleika, soleiðis at tey betur eru før fyri at samskifta gjøgnum hetta henta amboðið sum lesi- og skriviførleikin er. Endamálið er eisini at skapa eitt sosialt netverk fyri børn, sum eru lesi- og skriviveik.

Málbólkur eru gentur og dreingir, sum fara í 3. 4. og 5. flokk sum ikki hava “knekkað” lesikoduna. Legan, sum er ein daglega, er fyri øll børn í landinum. Tó í mesta lagi 20 børn.

Námsfrøðiligar grundhugsanir eru viðurkennandi tilgongdir til børnini, næmingalagað læring, stuðul frá foreldrum, virknar lesi- og skrivitilgongdir, spælandi tilgongdir, menning av sjálvsvirði, góðar fyrimyndir, meistra lesi- og skrivitilgongdir, nýta og stimbra forvitni hjá børnunum at læra, djúphugsni og birta uppundir og varðveita lesi- og skrivigleði. Eisini er grundhugsanin at nýta teldu og aðra tøkni sum hjálpitól.

Lærarar á leguni vera júst útbúnir lesivegleiðarar og orðblindalærarar. Legan verður hildin í  Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.

Nærri fæst at vita um leguna við at venda sær til: 

frida.poulsen@(if you can see this please update your browser)skulin.fo
joan.knudsen@(if you can see this please update your browser)skulin.fo

Lagt út: Sigfríður Abrahamsen, ritstj.

|
RSS Hald
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Føroya Skúlabókagrunnur
  • Lützenstrøð 4
  • tel. 316100
  • fax. 318726
  • snar@snar.fo