SNAR.fo

Sjey nýggir krabbar

01.03.2010
Í dag koma sjey nýggjar spennandi bøkur í røðini krabbabøkur, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur geva út.

Frøkun Ignora fer til París er áttanda bókin um fittu sjálvstøðugu gentuna, sum býr einsamøll í einum torni. Saman við Gunnari fer hon til París at ferðast, og har upplivir hon mangt, hon heldur er løgið.

Sakarias hevur summarfrí er triðja bókin um Sakarias, sum eigur eina ommu, ið ikki er sum ommur flestar.

Mortan Blomm sigur frá er fitt bók við endurminningum. Mortan minnist ymiskt frá tá ið hann var upp aftur yngri, og sum kanska ikki er so langt síðan.

Tóra og kj@ttið er viðkomandi bók um happing á internetinum. Tóra fær eini boð í postkassan, hon veit ikki, hvør sendir henni boðini, men so við og við verður hon sannførd um, at tað er onkur í hennara egna flokki.

Hitt triðja træið og Steðga bumbumanninum eru tvær bøkur í røðini Kalt blóð. Í teirri fyrru bókini sær Teitur, at ein maður grevur eitt stórt hol í garðinum. Kanska fyri einum líki? Í teirri seinnu verður Sigrið fangað í kloakkrørunum undir býnum. Tvær ógvuliga spennandi bøkur.

Í morgin fara vit at sita í sólini er nemandi bók um 11 ára gamla dreingin Ólav, sum hevur eina sálarsjúka mammu. Ein poetisk, sterk og øðrvísi bók til størri børn.

Lagt út: Rói Joensen

|
RSS Hald
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Føroya Skúlabókagrunnur
  • Lützenstrøð 4
  • tel. 316100
  • fax. 318726
  • snar@snar.fo