SNAR.fo

Omma blomma Abbi krabbi

30.11.2009
Omma blomma Abbi krabbi við undirheitinum “vit tíma at ríma” er savn av rímum, ramsum, skjaldrum og sangum.

Bókin er ætlað sum íblástur til foreldur, ommur og abbar, dagstovnar, dagrøktir og øll onnur, sum eru um børn okkara. Tær góðu og hugnaligu løtur, tá ið vit vaksnu syngja og siga rímur og ramsur saman við børnunum eru so sera avgerandi fyri at menna málsliga førleikan hjá børnunum.

Sissal Maria Rasmussen, audiologopedur, hevur savnað tilfarið og lagt tað til rættis, og Árni Winther hevur teknað myndirnar, sum hava sín serføroyska dám. Hannis Egholm hevur gjørt layout, umbrotið og greitt til prentingar. Bókin er 43 síður og kostar 138 kr.

Á Snar fara vit at leggja allar myndirnar úr bókini, og vóna vit at kunnu savna nógvar upptøkur av børnum, ið ríma og ramsa. Tí hevði tað verið deiligt um stovnar sendu upptøkur av børnum, ið ríma og ramsa inn, so kunnu vit leggja tær inn undir tað evni tær hoyra heima. Í høgra bredda er møguligt at velja evni úr bókini, har undir fara myndirnar og upptøkurnar til tað ávísa evnið at liggja. Beinleiðis slóð: snar.fo/ommablomma

Her verður møguligt hjá námsfrøðingum, foreldrum og øðrum at viðmerkja rímurnar, eitt nú um tey kenna ein annan variant av rímuni. Námsfrøðingar, foreldur og onnur eru eisini vælkomin at skriva inn til okkum, um tey hava okkurt rím, ramsu ella dansispæl, ið ikki er komið við í bókina.

Um onkur hevur eina viðmerking ella vil lata okkum eina upptøku, eru tey vælkomin at seta seg í samband við okkum á snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo.

 

|
RSS Hald
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Føroya Skúlabókagrunnur
  • Lützenstrøð 4
  • tel. 316100
  • fax. 318726
  • snar@snar.fo