SNAR.fo

Faldari við nýggjum flokssettum á LMS

01.03.2010
Á heimasíðuni hjá LMS kann faldari við nýggjum flokssettum takast niður. Hesin faldari verður eisini sendur skúlum so hvørt okkurt annað er at senda. Lærarar, sum støkka inn á gólvið í LMS eru eisini vælkomnir at fáa eitt eintak.
Ætlanin er at gera nýtt yvirlit 2-3 ferðir árliga.

Faldarin kann takast niður her

Brot úr faldaranum:
Landsmiðstøðin hevur umleið 1100 flokssett at læna skúlunum – bæði fagurbókmentir og yrkisbókmentir. Tað mesta eru føroyskar og danskar fagurbókmentir, men nakað er eisini á enskum og týskum máli.

Í hesum faldara er yvirlit yvir tey flokssett, sum Landsmiðstøðin hevur keypt seinastu tíðina – føroysk og donsk. Tað er okkara vón, at tey eru viðkomandi hjá skúlunum og tí verða nógv lænt út.

Ætlanin er at senda út ein slíkan faldara tríggjar ferðir árliga. Harumframt verður á heimasíðuni www.lms.fo kunnað um flokssettini og ymiskt annað tilfar so hvørt, Landsmiðstøðin keypir nakað nýtt.

Vanliga eru tað bókavørðurin og ráðgevarnir, sum mæla til, hvat skal keypast av nýggjum tilfari, men lærarar eru eisini vælkomnir við fyrispurningum og ynskjum. Tað ber til at ringja á telefon nr. 356850 ella at senda nakrar reglur á telduposti til [ lms@(if you can see this please update your browser)lms.fo ]lms@lms.fo. Sjálvsagt er ikki vist, at øll ynskini verða gingin á møti, men tað er eina roynd vert.

Samanumtikið kann sigast, at flokssettini eru ætlað sum ískoyti til dagligu undirvísingina – ískoytistilfar, sum vanliga verður nýtt í 4 til 8 vikur. Á baksíðuni sæst, hvørjar meginreglur eru galdandi, tá lænt verður frá Landsmiðstøðini.

Lagt út: Rói Joensen

|
RSS Hald
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Føroya Skúlabókagrunnur
  • Lützenstrøð 4
  • tel. 316100
  • fax. 318726
  • snar@snar.fo