
Nakað av fólki var komið saman í stovu 52 á Føroya Læraraskúla, tá ið føroyski undirvísingarportalurin Snar varð tikin í brúk.
Fyrst bjóðaði Niels Petersen , stjóri á Føroya Skúlabókagrunni, øllum vælkomnum, og hann greiddi eisini frá, hvussu ætlanin hevði ment seg, frá at Skúlabókagrunnurin ætlaði at útbyggja sína egnu heimasíðu til at menna ein undirvísingarportal til alt føroyska undirvísingarverkið.
Eftir tað greiddi Wenche Andreassen, verkætlanarleiðari, stutt frá, hvussu ítøkiliga arbeiðsgongdin at menna Snar hevur verið. Hon segði m.a. at umframt sjálvan portalbólkin á Skúlabókagrunninum hava fólk frá Landsmiðstøðini, KT-deplinum, Fróðskaparsetrinum og uttanhýsis ráðgevar verið at menna Snar.
Síðan kom stóra løtan, tá ið Wenche Andreassen handaði Helenu Dam á Neystabø, landstýriskvinnu í skúlamálum, sjálvan portalin. Helena trýsti á eina slóð upp á samvirknu talvuni í stovu 52. Fram á skíggjan kom ein gáva, sum lat seg sjálvan upp, og úr gávuni kom so sjálvur undirvísingarportalurin Snar.
Helena Dam á Neystabø segði síðan nøkur orð. Hon greiddi m.a. frá hvussu hon sjálv sum táverandi stjóri á Føroya Skúlabókagrunni var við at seta arbeiðið at menna Snar í gongd.
Síðan greiddi hon eitt sindur frá samstarvinum millum kommunufelagsskapirnar og Mentamálaráðið um Snar, og hóast kommunur og land hava latið 1,5 mió kr um árið í trý ár, so helt Helena ikki, at hetta vóru so nógvir pengar, tá ið samanborið verður við aðrar slíkar verkætlanir.
Rói Joensen frá portaltoyminum greiddi síðan frá og vísti, hvussu Snar er bygdur upp. Hann legði serliga dent á , at greiða frá, hvussu alt skrásett tilfar verður flokkað til brúkarabólkar, lærugreinar, floksstig og annað, og hvussu tilfarið so kann finnast aftur á teimum hundraðtals síðunum á Snar.
Seinasta á samkomuni hevði Petur Zachariassen lektari á Fróðskaparsetrinum orðið. Petur kann í Føroyum kallast eitt slag av “harra internet”. Petur var á sinnið ein av oddamonnunum, tá ið Fróðskaparsetrið og aðrir stovnar sum teir fyrstu í Føroyum fingu internetsamband, og Petur hevur eisini verið eitt av oddafólkunum at fáa Snar til tað, hann er í dag.
Petur hugleiddi um orðini kunning og vitan. Hann tosaði um ta nógvu kunningina, sum floymir inn yvir okkum, og við setninginum, “- Vit vilja hava vitan, men villast í kunning”, vísti hann á týdningin at sortera í kunningini. Petur helt, at her kann Snar vera við at hjálpa fólk at vera við at sortera í rúgvuni.
Petur segði eisini eitt sindur um sagda og ósagda vitan, og at Snar serliga kemur inn í myndina í tí søgdu vitanini.
Petur Zachariassen endaði á skemtiligan hátt við, at geva Helenu Dam á Neystabø og Wenche Andreassen hvør sín hundasnór við Snar búmerkinum prentaðum á, og bað tær báðar taka sær væl av Snar