
Tíðindaskriv frá Bókadeild Føroya Lærarafelags
Dúut! Dúút!
Dúút! Dúút! er ein litrík bók, har barnið kann leita eftir akførum undir klaffum og hoyra, hvussu tey ljóða.
Hetta er ein bók, sum børn fara at elska, og hóast ljóð kemur úr henni, tá barnið lyftir rætta klaffanum á, so ljóðar hon ikki so hart, at foreldrini verða óð í høvdinum!
Bókin er 10 blaðsíður og er úr pappi við nógvum klaffum.
Marna Jacobsen týddi.
Prísur 88,-
Skrímslavitjan
Nú kemur enn ein bók um lítla skrímsl. Hetta er fimta bókin um lítla skrímsl og Stóra skrímsl. Í hesi bók spælir lítla skrímsl við Loðskrímsl og tímir als ikki at spæla við Stóra skrímsl, so nú er synd í Stóra skrímsli. Øll børn kenna seg aftur í søguni, tí hvat gert tú, tá besti vinurin knappliga ikki tímir at spæla við teg? Les bókina og fá svarið. Bókin er eitt upplagt høvi at tosa við barnið um klandur og vinalag.
Tað er føroyski høvundurin Rakel Helmsdal saman við Kalle Gϋettler og Áslaug Jónsdottir, ið hevur skrivað bókina.
Bókin er ætlað teim 3-6 ára gomlu. Hon er 30 blaðsíður, innbundin og kostar 110,-
Ævintýrateknirøðir
Her er ein øðrvísi bók við teim kendastu ævintýrunum eftir brøðurnar Grimm. Í bókini eru átta ævintýr. Ævintýrini eru: Tummil lítli, Kýsareyða, Froskakongurin, Huldan, Vársalat, Jórinna og Jóringil, Eydnuríki Hanus og Hanus Tindasvín. Bókin er, sum heitið sigur, ein teknirøð. Myndirnar eru sera stuttligar og litríkar, og øll ævintýrini hava skálkin bak oyrað.
Rotraut Susanne Berner skrivaði og myndprýddi. Karl N. Hansen týddi.
Bókin er ætlað teim 7-10 ára gomlu. Hon er 50 bls. og kostar 145,-
Níðingur
Ein níðingur er eitt fólk, ið fremur ráa og skammiliga misgerð. Níðingur er fimta bókin í røðini um Torak. Besti vinur Torak verður dripin, og Torak fær beinanvegin frænir av, at tað er hin óndi Thiazzi, ið hevur gjørt hetta. Lesarin fylgir Toraki, meðan hann jagstrar drápsmannin.
Michelle Paver hevur skrivað, og Bergur Rasmussen hevur týtt.
Bókin er 290 bls. og heft við klaffum. Hon kostar 198,-
Dagar eg havi gloymt.
Hetta er avgjørt ein bók til tannáringin, sum ikki dámar so væl at lesa. Bókin er skipað sum ein teknirøð, og myndirnar eru beiskar og ráar. Lítið av teksti er í bókini, og myndirnar eru við at bera søguna. Sjálv søgan er ótrúliga spennandi . Dagar eg havi gloymt, er um dagar, tú átti at minst. Og nakrar dagar, tú ikki vilt minnast. Bókin er um summarið, tá alt tað besta og tað ringasta hendir í senn. Hetta summarið verða Dávið og Lisa forelskað. Saman við vinfólkunum fara tey inn í skógin, har tey drekka, lúgva og reypa. Tað byrjar væl, men sum summarið líður, hendir nakað avgerandi. Hetta er ein frálík lýsing av ungdómi, kærleika, vinalagi, vónloysi, ótryggleika og ræðslu.
Arne Svingen hevur skrivað bókina. Mikael Nogushi myndprýddi, og Niels Jákup Thomsen týddi.
Bókin er 192 bls. og heft við klaffum. Hon kostar 160,-