
Tíðindaskriv frá Bókadeild Føroya Lærarafelags
Lítli dunnuungin/Lítli kettlingurin
Lítli dunnuungin
Um barnið ræðist ella dámar vatn, so er hetta ein fitt søga. Lítli dunnuungin skal læra seg at svimja, men hvussu man tað fara at ganga?
Lítli kettlingurin
Kettlingurin torir ikki at spyrja hundarnar, um hann kann sleppa at spæla við, men so fær hann eitt hugskot. Les, hvussu hann loysir trupulleikan.
Gerald Hawsky hevur myndprýtt og Kathryn Smith hevur skrivað. Bøkurnar kosta 49 kr. hvør.
Heidi
Tað er ikki av ongum, at bókin um Heidi og fjallaabban hevur vakt ans kring heimin. Hon hevur alt tað, sum ger eina lesiuppliving góða. Søgan er góð, fitt og syrgilig, men endar tó gott.
Foreldrini hjá Heidi eru deyð, og hon noyðist at búgva hjá gronuta abbanum uppi í fjøllunum. Og sum um tað ikki er nóg mikið, so noyðist hon at flyta aftur frá abbanum, júst tá hon er fallin til. Hon fer at búgva hjá Klaru, ið situr í koyristóli. Hóast Klara og Heidi gerast vinkonur, vil Heidi sleppa aftur til abban, serliga tí ein ónd barnagenta ansar teimum, tá pápi Klaru er burturstaddur.
Heidi kom á fyrsta sinni út á føroyskum í 1988. Tá kom hon sum tekstbók, men nú kemur hon út í myndabókaútgávu ætlað teimum 2-6 ára gomlu. Myndirnar í bókini eru við til at skapa huglagið, og tað er heilt vist, at tann rætti fjallaandin merkist í bókini.
Johanna Spyri heuvr skrivað. Maja Dusiková hevur myndprýtt, og tað er Karl N. Hansen, ið hevur týtt. Bókin er innbundin og 26 bls. Hon kostar 120 kr.
Narnia
Ein apa lokkar ein asna at lata seg í leyvubúna og spæla, at hann er Aslan. Á henda hátt lumpar hon Narniubúgvar at halda, at Aslan er komin aftur, og at hann ynskir, at narniubúgvar skulu arbeiða fyri kalormar. Tá Tirian kongur finnur útav, at hann er lumpaður, taka kalormar hann og binda hann til eitt træ. Á undursaman hátt kemur hann í samband við Digory, Polly, Pætur, Edmund, Eustace, Lucy og Jill, sum bjarga Tiriani kongi. Saman fara tey í hernað móti kalormum. Men finna tey røttu leyvuna, Aslan, sum kann hjálpa teimum at fáa frið aftur í Narniu? Nú skal slagið standa!
Bardagin millum tað góða og tað ónda er í hásæti í gandakenda heiminum Narnia. Her í seinastu bókini í røðini stendur bardagin millum Tirian, kongin í Narniu og teir óndu kalormarnar. Endiliga verður greitt, hvat fer at vinna. Tað góða ella tað ónda.
Bókin er so mikið spennandi, at tað verður torført at leggja hana frá sær aftur.
C. S. Lewis hevur skrivað, og Pauline Baynes myndprýddi. Theodor Hansen týddi. Bókin er innbundin, 200 bls. og kostar 160 krónur.
Lisa í leikalandi
Næst eftir Bíbliuna, Koranina og Shakespeare er “Alice’s Adventures in Wonderland” mest siteraða og best kenda bókin í heiminum. Søgan er týdd til fleiri enn 125 ymisk tungumál – til dømis koreanskt, japanskt, arábiskt og føroyskt – og hundraðtals útgávur eru givnar út.
Bókin um Lisu í leikalandi kom út á fyrsta sinni í føroyskari týðing í 1988. Í ár kemur bókin út í eini serligari útgávu. Umframt søguna um Lisu í Leikalandi er eisini søgan Inn gjøgnum spegilin. So tú fært ikki minni enn tvær søgur í einum. Myndirnar eru sera vakrar og ikki minst sjáldsamar.
Lisa er saman við systur sínari, sum ikki tímir at spæla. Hon vil bara lesa. Tí keðir Lisa seg. Men knappliga sær Lisa eina undarliga, hvíta kanin í jakka fara rennandi framvið henni. Lisa fer aftaná kaninini inn í eina kaninholu. Áðrenn hon veit av, dettur hon niður í ein tunnil, ið er fullur av undarligum lutum. Tá hon endiliga rakar botnin, er hon í einum rúmi við fleiri hurðum, ið allar eru ymiskar til støddar. Hon letur eina av mongu hurðunum upp og sær tann vakrasta urtagarðin, ein kann hugsa sær. Men Lisa er ov stór, hon sleppur ikki út í havan. Á einum lítlum glasborði liggur ein gulllykil, ein fløska og ein køka. Á fløskuni stendur skrivað DREKK MEG, meðan tað stendur ET MEG á køkuni. Hvat skal Lisa nú gera? Og hvat man henda, um hon ger sum áskriftin sigur?
Eitt er í øllum førum greitt, nú byrjar ein sera spennandi og øðrvísi ævintýraferð.
Lewis Carroll hevur skrivað, Dusan Kállay hevur myndprýtt, og Axel Tórgarð og Agnar Artuvertin hava týtt. Bókin er innbundin og 192 bls. Hon kostar 180 krónur.
Barn undir krígnum
Elin Mortensen varð 90 ár 26. mai. Í hesum sambandi gjørdi Bókadeildin av at heiðra Elina við at geva bók hennara Barn undir krígnum út aftur í nýggjari útgávu. Bókin kom út á fyrsta sinni fyri tjúgu árum síðani og hevur leingi verið útseld.
Krígstíðin er týdningarmikil partur av søgu okkara, og nú 70 ár eru liðin, síðan bretar komu higar at verja land okkara, hildu vit, at hetta var júst rætta bókin at geva út.
Bókin lýsir tíðina, tá ið bretar hersettu Føroyar í 2. veraldarbardaga, og serliga hvussu børn upplivdu hesa tíðina.
Innihaldsliga er bókin hin sama, men fleiri aðrar myndir eru við umframt tær upprunaligu, sum kunnu lýsa hetta tíðarskeiðið við gleði og sorg.
Bókin er 124 bls. og innbundin. Hon kostar 168 krónur.
Lagt út: Rói Joensen