
Nú komið er út í januar, hava vit umsíðir havt nøkur stjørnuklár kvøld við hugtakandi norðlýsi. Tað skerst ikki burtur, at tað er ógvuliga hugtakandi bæði hjá børnum og vaksnum at eygleiða stjørnuhimmalin eitt bølamyrkt kvøld við góðum sýni.
Pól Jespersen, ritstjóri í Námi, hevur serligan áhuga fyri stjørnufrøði. Í vetur hevur hann undirvíst í stjørnufrøði i kvøldskúlanum í Havn. Næmingarnir eru í øllum aldri, og Pól heldur, at øll, eisini børnini, áttu at lært meira um stjørnurnar.
- Vit tosa ofta um, at børn nú á døgum eru so bundin at telduskíggjanum, men spurningurin er, um ikki fleiri teirra eisini høvdu hildið tað verið spennandi at sæð stjørnuhimmalin, um onkur gav teimum møguleikan.
Og teldan kann verða brúkt sum fyrireikingaramboð til stjørnutúrin. Á netinum er hópur av tilfari, sum ein kann hava til hjálpar. Millum annað eru ókeypis forrit, sum vísa, hvussu stjørnuhimmalin sær út beint har, sum tú ert. Eitt av hesum er Stellarium.
- Hetta forritið hevur nógvar møguleikar og er lætt at brúka. Neyðugt er sjálvandi at royna seg fram eina løtu. Fyrst skalt tú leggja t.d. Tórshavn inn í staðin fyri París – so sært tú okkara himmal, greiðir Pól frá.
Síðan er at fara út at hyggja at stjørnunum. Ofta er kalt og hálka tey stjørnukláru kvøldini. Umráðandi er tí, at akfarið er væl skøtt og fólkini væl ílatin. Fert tú síðan til okkurt myrkt stað at hyggja, kanst tú geva bæði tær sjálvum og børnunum eina ógloymandi uppliving.
Jonheðin Tróndheim hevur tikið frálíku myndina av Norðlýsinum 22. januar 2012.