
25. januar er Pálsmessa og Súludagur í Mykinesi. Henda dag í 2002 gav Føroya Skúlabókagrunnur út bókina Maturin, har súla og annar bjargafuglur verður umrøddur.
Í savninum við sagnum kunnu vit lesa um súluna í søgnini um Óla rama í Mykinesi og Tórur rama í Gásadali.
Her verður sagt, at “súluna vil eingin mykinesmaður lasta ella spotta, at teir ikki skulu missa hana, tí hon er góður styrkur hjá teimum, sum sita í brimstøð og sjaldan sleppa á sjógv til útróðrar.”
Á Snar er eisini spennandi savn við fuglum, har til ber at síggja film og hoyra ljóð úr fuglareiðrum og síggja kort, sum vísa, hvar í Norðuratlantshavi fuglurin er. Her er eisini ein partur um hábærsligu Súluna, sum onkuntíð verður nevnd atlantshavsdrotningin:
“Tá súlan stoytir seg eftir æti, leggur hon veingirnar inn at kroppinum, onkuntíð heilt úr 40 metra hædd, og fer við so fúkandi ferð niður í sjógvin. Súlan liggur lætt í sjónum, tá ið hon svimur.”
Í Fuglabókini (1951), sum Mikkjal á Ryggi skrivaði og teknaði, verður sagt soleiðis um súluna:
Súla er størsti byggingarfuglur í Føroyum. Flogið er favn langt úr einum veingjabroddinum í annan. So langt aftur í tíðina sum nakrar frásagnir røkka og inntil nú fyri fáum árum síðani, hevur hon átt einans á Mykineshólmi og tveimum drongum har vestanfyri. Áður enn Sunnbiarsteinur var niðurlopin, hevði hon setur har, men átti ikki. Og í ongum øðrum stað setur hon seg niðurat, uttan hon er deyðasjúk — feig, søgdu teir gomlu.
Á pálsmessu kemur súlan at landi. Um grækarismessu fer hon at væla sær um reiðrið, sum hon hevði í fjør. Tað er bæði stórt og sterkt, klínt saman sum ritureiður av grasi og tara og harafturat ymissum, tær finna á floti, sum smá træsprek, pettir av hvannjólum og tílíkt. Hon verpur eitt hvítt egg og vermir í 6 til 7 vikur. Dúnungin er hvítur; ompul er hann kallaður. Fjaðraður er hann dimmgráur við hvítum prikkum og eitur tá grásúla. Ungarnir verða mataðir soleiðis, at súlan stingur nevið inn í hálsin á teimum og spýr føðina niður í teir. Eftir mikkjalsmessu rýma bæði grásúlan og hvítsúlan.
Tá ið grásúlan kemur aftur fyrsta árið, er hon hvít um høvur og háls; annað árið hevur hon dimman kross omaná, og triðja árið er hon sprøklut eftir rygginum. Hesi árini er hon í Mykinesi nevnd oyðisúla, í Sørvági grindubøka.
Í 1945 stovnaðu fólk í Mykinesi eitt ungmannafelag, ið fekk navnið Súlan. Seinni fekk felagið navnið Bygdar- og ungmannafelagið Súlan. Felagið hevði fyrstu árini eitt limablað, sum varð skrivað í hond, og kallaðist Ompilin. Fyrsta skrivliga tilfar um súlu í Føroyum er eftir Lucas Debes í 1673. Ein fuglatalva, sum Astrid Anderasen hevur teknað sæst her.
Súlan er eisini kend í øllum okkara grannalondum.