SNAR.fo

Nýggj námsætlan staðfestir blindskrift

26.01.2012
Mentamálaráðið raðfestir kunningartøknina.

Nýggja námsætlanin staðfestir, at kunningartøkni skal vera ein berandi partur í undirvísingini. Tað fellur væl saman við stóra átakinum hjá Mentamálaráðnum, har allir lærarar skulu á skeið í samvirknum talvum. Úr umfatandi arbeiðinum við nýggjum námsætlanum, sum Mentamálaráðið hevur latið gera, lesa vit m.a. undir føroyskum:

“Førleikin at nýta tøknilig amboð er í føroyskum at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. At kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni. Við venjingum skal næmingurin á 2. floksstigi duga at nýta teldu til tekstframleiðslu og sum leitingaramboð.”  

Tá ið komið verður longur í skúlagongdini, eru førleikakrøvini til næmingin eftir loknan 6. flokk, at hann bæði skal kunna skriva tekstbrot við skilligari og stinnari handskrift og skriva blindskrift við teldu.

Mentamálaráðið javnsetir við hesum handskriftina og blindskriftina í nýggju námsætlanunum. Hetta sampakkar væl við gerandisdagin hjá børnunum, umframt at neyðugt er at duga handverkið blindskrift, tá ið full nytta skal fáast burtur úr kunningartøknini í frálærusamanhangi.

Myndin er tikin í Eysturskúlanum, har Anita og floksfelagar úr 6. og 5. flokki hava tveir tímar kt undirvísing í seks vikur.

 

|
Atknýtt tíðindi
Børn mugu læra blindskrift Handskriftin er góð
RSS Hald
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo