Orkunýtsla og veðurlag

Heimasíða um orkutøl frá Fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum. Ætlan er, at heimasíðan skal vera ein hjálp í undirvísingini, t.d. í náttúru/tøkni og alis-/evnafrøði. Øll eru hjartaliga vælkomin at senda viðmerkingar og hugskot til heimasíðuna.
Evni, ið verða umrødd eru: lofthavið, hitajavnvág, veðurlagsgass, orkukeldur, styttingar, heiti, umrokningar, brennivirði og CO2 útlát. Heimasíðan hevur føroysk hagtøl og vísir til føroyskt undirvísingartilfar. Tilfarið verður dagført regluliga og er væl egnað til mið- og framhaldsdeild fólkaskúlans, men kann eisini brúkast í miðnámsskúlum.