Norðurlendskur veðurlagsdagur
Norðurlendsku undirvísingarmálaráðharrarnir hava tikið stig til at varpa ljós á stóra umhvørvistrupulleikan – broytingin í hitajavnvágini á jørðini - og hava samtykt at skipa fyri einum norðurlendskum veðurlagsdegi, sum verður 11. nov. 2009.
Ætlanin er, at á heimasíðuni skal vera kunning um:
Undirvísingartilfar, norðurlendska samstarvið, tiltøk og virksemi í Norðurlondum, evnissíður, kappingar, teldutøkar undirvísingargongdir og ein webbloggur.
Tilfarið er ætlað fólkaskúla- og miðnámsflokkum.