SNAR.fo

Náttúrugripasavnið

Náttúrugripasavnið er stovnur undir Mentamálaráðnum. Endamálið hjá Náttúrugripasavninum er at granska, skjalprógva og breiða út vitan um ta livandi føroysku náttúruna í fortíð og í framtíð. Granskingin leggur høvuðsdent á at lýsa lívfrøðiliga margfeldið, vistskipanir, og á hvønn hátt veðurlagsbroytingar og nýtsla av náttúruni broyta hesi fyrybrigdi. Á stovninum fer fram ein virkin gransking, og miðla søvnini hesa gransking. Harumframt varðveita og próvføra søvnini okkara mentanararv. Tey verða alsamt ment, soleiðis at tey fylgja nýggjastu flokkingum og navngávu á økinum. Talgild søvn liggja á netinum og verða støðugt útbygd, soleiðis at tey eru tøk bæði hjá føroyingum og altjóða granskarum. Í framsýningunum verða djór og plantur, sum eru fingin í samband við innsavning, sýndir fram. Harumframt eru evnisframsýningar um eitt nú hvalaveiðu.
 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo