SNAR.fo

Havstovan

Havstovan hevur til endamáls at gera kanningar av føroyskum havumhvørvi og tí livandi tilfeingi, har er, og at ráðgeva og kunna landsins myndugleikum og almenningi um hesi viðurskifti. Á hvørjum ári skal hon lata Føroya Landsstýri upplýsingar viðvíkjandi støðuni í fiskastovnunum á føroysku landleiðunum og á sjóleiðum uttan fyri føroysku landleiðirnar, sum føroysk fiskifør gagnnýta, og skal gera vísindaligar tilráðingar og metingar samsvarandi endamálinum í lógini um vinnuligan fiskiskap. Fyri at røkka hesum setningi ger Havstovan á hvørjum ári fiskirannsóknir við egnum ("Magnus Heinason") og leigaðum skipum, og harumframt kanningar av veiðuni hjá fiskiskipum.
 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo