Skip to main content
Jólatema

Desember er á gáttini

Nú ber til at fyrireika undirvísingina til desember.

Kom og hygg

Samvirkisnám

15.04.2013

- sera væl eydnað!

Nærum 100 fólkaskúlaærarar hava verið á skeiði í Samvirkisnámi, sum Nám skipar fyri. Instruktørar hava verið Birgit Schøn og Mette Meineche (omanfyri), sum báðar hava Kagan-sertifikat frá Cooperative Learning í Danmark.

Í skeiðsfaldaranum hjá Námi verður sagt, at flokkar, sum verða undirvístir við samvirkisnámi í huga, Cooperative Learning, røkka ofta óvæntað faklig úrslit. Samstundis kveikja skipanirnar hugin og evnini til samstarv og menna bæði málslig, sosial og persónligar førleikar frá fyrsta degi.

Fyrri partur av samvirkisnáminum var á heysti 2012, og seinni partur í farnu viku - tveir dagar hvørja ferð. Henda skipan hevur givið lærarum møguleika at royna í verki tað, sum lært verður. Og eftirmetingarnar hava verið góðar.

Tonnie Strøm, lærari í Kommunskúlanum í Havn sigur: "Skeiðið í samvirkisnámi er eitt tað besta skeið, ið eg havi verið á. Undirvísingarhátturin mennir næmingarnar bæði fakliga og sosialt, tí umhvørvið er jaligt og trygt, og arbeiðshættirnir eru stuttligir. Allir næmingar eru við og geva sítt ískoyti. Hetta ger, at næmingarnir menna hugin at læra. Samvirkisnám kann brúkast í øllum flokkum og í øllum lærugreinum. Hóast eg havi roynt hetta fleiri ferðir í undirvísingini, so er tað av týdningi, at flokstoymið arbeiðir saman og stuðlar hvørjum øðrum. Kundi hugsað mær, at Nám skipaði soleiðis fyri, at allir lærarar í føroyska fólkaskúlanum sleppa á eitt tílíkt skeið, júst sum skeiðini í fakligari lesing og kt".

Kristianna Poulsen, lærari í Eysturskúlanum í Havn, sigur: "Samvirkisnám er ein undirvísingarháttur, sum veruliga gevur mær amboð at gera allar næmingarnar virknar í undirvísingini, samstundis sum fakligir og sosialir førleikar alla tíðina verða mentir. Góður arbeiðsháttur til bólkaarbeiðið og at menna eina góða floksmentan sum heild. Samvirkisnám er lætt at implimentera í undirvísingini, tí at tað byggir á einfaldar strukturar, sum eru nágreiniliga lýstir í útflýggjaða tilfarinum, umframt at ein ørgrynna av tilfari er útgivin í bókum og á netinum – eisini var skeiðslærarin ótrúliga góður!"

Magnus Tausen, stjóri í Námi sigur: "Fyri okkum er tað týdningarmikið, at lærarar kenna á sær, at skeið flyta og geva íblástur. Tað hevur skeiðið í samvirkisnámi gjørt, og vit hava hoyrt frá fleiri lærarum, at hetta skuldi verið næsta stóra átakið hjá Námi - skipað á sama hátt sum verkætlanirnar hesi seinastu tvey árini í fakligari lesing og kt, har allir lærarar í skúlanum eru saman á skeiði. Tað flytir!"

Nám fer í næstum at handa Bjørn Kalsø, landsstýrismanninum í mentamálum, tilmæli hesum viðvíkjandi.