Skip to main content

Niðagrísur og Loddasar steinur

Niðagrísur er lítil, tjúkkur  og bøllutur, sum eitt lítið reivabarn ella stórt noða, dimm-morreyður av liti.  Hann sigist at vera,  hvar nýfødd leysingabørn eru dripin og grivin uttan at hava fingið navn. Hann liggur tí og veltist fyri fótum á monnum at villa teir burtur av leið; sleppur hann ímillum føturnar á manni, gongur maðurin ikki av ári.   

can money buy happiness essay steps in research paper writing executive resume writing services writing custom web services for sharepoint products and technologiesÍ bønum við bygdina á Skála í Eysturoy stendur ein steinur, sum kallast Loddasar steinur; har lá ofta ein niðagrísur fyri fótum á fólki, sum ferðaðist har í myrkri; ein maður,  sum gekk har eina ferðina og hevði mein av niðagrísinum, varð illur og segði tá:  ”Hasin Loddasin!”, og tá gróv hann seg niður í jørðina við steinin og sást ongatíð aftur, tí tá hevði hann fingið navn.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891