SNAR.fo

Sagnir í bókstavarøð

Soleiðis brúkar tú føroyakortið

Fyrst trýstir tú við músini á oynna ella økið, har bygdin ella býurin er. Oyggin ella økið gerst størri og kemur fram í skíggjan.

Síðan trýstir tú á knøttin við bygdar- ella býarnavnið, og tú fært atgongd til allar sagnirnar, sum hava við bygdina ella býin at gera.

Trýstir tú á lítla føroyakortið ovast í vinstra horni, kemur tú aftur til føroyakortið.

Um sagnirnar á Snar

Árni Dahl hevur við játtan frá mentamálaráðnum staðið fyri at gera sagnirnar til talgildan tekst, og í samráði við Føroya skúlabókagrunn er avgjørt at leggja sagnirnar á Snar.

Fyrst vórðu allar sagnirnar í ”Sagnum og ævintýrum” hjá Jakob Jakobsen lagdar á Snar.

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni: Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr", fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

Síðan eru eisini sagnir, sum V.U. Hammershaimb og Andreas Weihe savnaðu, eisini komnar á Snar.

Sagnar hjá V.U. Hammershaimb eru úr ”Færøsk Anthologi I” frá 1891

Sagnirnar hjá Andreas Weihe eru úr "Søga og søgn" frá 1933 og "Tjóðminni” frá 1938.

Les meira um Jakob Jakobsen í alfrøðini.

Les meira um V.U. Hammershaimb í alfrøðini.

Les meria um Andreas Weihe í alfrøðini.

Les meira um Árna Dahl í alfrøðini á Snar.

 

Sendið okkum tilfar

Á hesum sagnasíðum á Snar er ætlanin at savna so nógv tilfar sum møguligt. Snar tekur fegin móti øllum tilfari um sagnir, so um tit hava okkurt spennadi tilfar liggjandi, sendið tað til snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo

 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Føroya Skúlabókagrunnur
  • Lützenstrøð 4
  • tel. 316100
  • fax. 318726
  • snar@snar.fo