Hettar er vendispæl við myndum frá føroysku søvnunum. Stuttligt hjá næmingunum at loysa eftir at hava vitjað søvnini. Tað ber til at taka tíðina og kanna, hvussu skjót/skjótur tú ert at para myndirnar. Tú fært eisini stig fyri avrikið.
Myndirnar eru frá Náttúrugripasavninum, Fornminnissavninum, Listasavninum og Sjósavninum. BergurNet við Bergi Dalsgaard hevur framleitt spælið. Spælið er ætlað sum íkast til Savnsfagnaðin, men kann sjálvandi spælast alt árið.
Flash-spæl av gruble.net. 100 faldistykkir úr øllum tabellunum í lítlu tabell. Tú hevur 5 sekund at svara hvørjum.
Í hesum deili-spælinum ræður um at skjóta fruktina við tí rætta úrslitinum.
Trý ymisk støði at velja í.
Pluss-spæl til næmingarnar í lægstu flokkunum á heimasíðuni hjá Føroya Skúlabókagrunni. Legg tøl saman eftir tíð til tú fært rætta úrslitið.
Gita bókstavir, orð og setningar.
Norskt netstað við stuttligum og læruríkum uppgávum, sum krevja sum minst av fyrireiking, og sum eru lættar at skilja og loysa.
Í hesum pluss-spælinum ræður um at skjóta fruktina við tí rætta úrslitinum.
Trý ymisk støði at velja í.
Pinnaspæl. Fá allar pinnarnar vekk. Fá teir vekk við at hoppa yvir við einum øðrum pinni. Tú kanst hoppa lodd-og vatnrætt.
Ella tú kanst spæla øvugt, og fylla plátuna við pinnum.
Gott til at venja næmingarnar at hugsa.
Lær høvðurrokning við roknispæli, og prenta diplom út.