Page 5 - Høggusslokkur

This is a SEO version of Høggusslokkur. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Arbeiðsbókin er til næmingarnar. Til allar opnur í næmingabókini eru
síður í arbeiðsbókini, ið næmingurin kann arbeiða við.
Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt sundur eftir evnum. Hvør
opna í arbeiðsheftinum byrjar við, at næmingarnir skulu skriva dagfesting
og ár og lýsa veðrið.
Flokkurin kann í fyrstani skriva dagfesting og ár saman við læraranum,
soleiðis at tað í hesum sambandi ber til at práta um dagar, mánaðir og ár.
Næmingarnir hava, um teir hava arbeitt við arbeiðsbókini til Grindalokk,
lýst veðrið, so tað eiga teir at duga at gera uttan serliga hjálp.
Arbeiðsbókin leggur upp til, at næmingarnir arbeiða í arbeiðsbókini, eftir
at flokkurin hevur prátað um evnið í næmingabókini.
Uppgávurnar eru ymiskar, men dentur hevur verið lagdur á, at tær eru so
mikið lættar, at flestu næmingarnir megna at loysa tær.
Summar uppgávur verða loystar í felag í flokkinum. Øðrum uppgávum
arbeiðir næmingurin við sjálvstøðugt.
Vónandi fer arbeiðsbókin at gera sítt til, at næmingarnir fara at ogna sær
kunnleika um tað, sum hendir uttan um teir, umframt at hon kann
styrkja teirra arbeiðshug og arbeiðslag.
Gunnvá Dam og Føroya Skúlabókagrunnur
Høgguslokkur
Arbeiðsbók