Page 5 - Grindalokkur

This is a SEO version of Grindalokkur. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Grindalokkur, 1. fokkur, er heimstaðarlæra til
1. fokk. Bókaheildin umfatar næmingabók, arb­
eiðs­hefti og lærarabók.
Næmingabókin er bók við myndum uttan tekst.
Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær
vitan út frá tí, teir síggja á myndunum, vita
framm­anundan og fáa at vita frá læraranum og
øðrum næmingum.
Næmingabókin er skipað bæði eftir árinum og í
evnum. Hon hevur 30 opnur, sum viðgera umleið
30 ymisk evni. Hvør opna hevur ein borda niður
eftir vinstru síðu, sum sigur nakað um júst ta
tíðina, tá ið næmingarnir arbeiða við evninum.
Føstulávint og páskir eru ikki bundin at ávísari
tíð. Lærarin má tí taka hesi evnini, tá tey eru
viðkomandi og ikki altíð arbeiða við teimum, tá
næmingarnir eru komnir til ta opnuna.
Fyri at kunna arbeiða við hesi heimstaðarlæru,
meti eg tað vera alneyðugt at nýta lærarabókina
til allar opnurnar.
Í lærarabókini sær lærarin, hvussu leingi ætlanin
er at arbeiða við hvørjum evni. Hetta er gott at
vita fyri at kunna koma ígjøgnum alla bókina. Víst
verður á, hvussu til ber at arbeiða við bordanum,
og upplýsingar um ymiskt í bordunum síggjast
í lærarabókini, t.d. nær fuglur fer, og nær hann
kemur, nær vit fyta klokkuna frá summartíð til
vetrartíð og øvut, og nær t.d. mannarætt­inda­
dagurin hjá ST er.
Uppskot er um, hvussu arbeiðast kann við
hvørj­ari einstakari opnu. Í lærarabókini verður
víst á, hvat til ber at práta um bæði í bólki og í
fokkinum.
Lærarabókin leggur upp til, at næmingarnir
bæði práta tveir og tveir, í smáum bólkum ella í
øllum fokkinum. Sjálvandi stendur tað til hvønn
einstakan lærara, um hann velur at arbeiða sum
lærarabókin leggur upp til, ella hann velur at
arbeiða á annan hátt.
Í lærarabókini stendur eisini, hvussu næmingarnir
kunnu arbeiða í arbeiðsheftinum, og víst verður
eisini til aðrar aktivitetir í fokkinum.
Sjálvandi ber ikki altíð til við øllum aktivitetum,
sum verða vístir í lærarabókini, tí so koma
næm­ingarnir als ikki ígjøgnum bókina, men
lærarin kann arbeiða við onkrum av evnunum
tvørfakliga, sum ger tað møguligt at gera
annað enn bara at práta um evnini og arbeiða í
arbeiðsheftinum.
Lærarabókin vísir á møguleikar við evnisarbeiðum
og verkætlanunum, men hetta ber bert til, um
næmingarnir brúka nógvar samanhangandi tímar
til arbeiðið.
Í lærarabókini verður víst til søgur, ið eru hósk­
andi at lesa til tey ymisku evnini. Til lærarabókina
hoyrir eisini ein føga við sangum, fuglaljóði og
uppgávum til arbeiðsheftið.
Í lærarabókini eru eisini ymisk fakta um evnini, ið
arbeitt verður við. Faktateksturin er til læraran,
sum so sjálvur velur, um ella hvussu hann brúkar
hann.
Arbeiðsbókin er býtt sundur eftir evnunum, ið
arbeitt verður við. Hvør opna í arbeiðsheftinum
byrjar við, at næmingarnir lýsa veðrið júst
henda dagin. Teir skulu t.d. lita hitastigini í
hita­mátaranum og seta ring um, hvussu veðrið
annars er (skýggjað, sól, regn o.s.fr.).
Best hevði verið, um hitamátari varð settur beint
uttan fyri vindeygað í fokkinum, so til ber at
avlesa hitan úr fokshølinum. Ber hetta ikki til, so
kann lærarin avtala við næmingar um at hyggja
við hús, áðrenn teir koma í skúla.
Til feiri av uppgávunum í arbeiðsheftinum hava
næmingarnir brúk fyri myndum úr bløðum. Tí
hevði tað verið gott, um næmingar og foreldur
fngu hetta at vita, so næmingarnir av og á
kundu havt bløð við í skúla.
Vónandi fer bókarøðin Grindalokkur, 1. fokkur,
at eggja næmingunum til at ogna sær vitan um
tað, ið fer fram uttan um teir.
Gunnvá Dam
og Føroya Skúlabókagrunnur
Formæli
INNIHALD Heimstadarlaera_s2-5_66.indd 3
18/7/08 1