SNAR.fo

Rólant Lenvig (1921-)

Rólant Lenvig

Hann er føddur í Nólsoy 19/9-1921, men uppvaksin í Hesti, har foreldur hansara settu búgv. Tá hann var liðugur við barnaskúlan, fór hann til skips og var burtur í fleiri ár, fór so á Føroya Læraraskúla í 1946 og tók prógv í 1950. Fyrsta árið var hann vikarur á Sandi, varð so í 1951 settur í starv við Kvívíkar skúla, og her hevur hann starvast síðani.

Rólant hevur einsamallur og saman við Jacob Olsen, lærara í Sandvík, skrivað fleiri skúlabøkur í landalæru til fólkaskúlan: »Norðurlond«, 1966, »Europa og Afrika«, 1969, »Sovjetsamveldið, Asia og Australia«, 1972, »Amerika«, 1975.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo