SNAR.fo

Luksemborg

Høvuðsstaður: Luksemborg

Vídd: 2.587 km2

Fólkatal: 487.000

Alment mál: týskt, franskt

Átrúnaður: kristindómur 96%, aðrir 4%

Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: evra

Innbygt ímillum Týskland, Frakland og Belgia er lítla stórhertugadømið Luksemborg. Landið er eitt hitt ríkasta í Evropa og gitið sum altjóða fíggjarmiðdepil og skattaparadís. Meginparturin av inntøkunum eru frá tungídnaðinum og tænastuvinnuni. Hóast landið er lítið, hevur tað stóran leiklut í ES, tí at ES-dómstólurin og aðrar ES-skrivstovur era har.

Hetta lítla landið hevur í øldir verið miðdepil í Evropa. Væl vardar borgir og víggirdir býir, bygd at verja seg fyri herdeildum, ið fóru ígjøgnum landið, eru at síggja víða um.

Stórir partar av Luksemborg eru í Ardennufjøllum; landslagið har er heyggjut og skógvaksið. Ferðavinnan veksur støðugt, tí at mong fólk vilja fegin síggja óspiltu náttúruna og vøkru borgirnar og gomlu, víggirdu býirnar.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.

Benelukslondini

Belgia, Niðurlond og Luksemborg - eru trý fræls ríki, sum samstarva í búskaparliga felagsskapinum Beneluks, ið varð stovnaður í 1948. Samstarvið landanna millum hevur við sær, at vørur hava frítt at fara ímillum londini, hóast tey høvdu egið gjaldoyra (nú nýta øll trý londini evruna sum gjaldoyra) og egna skattaskipan. Benelukslondini eru fjølbygdastu lond í Evropa, men tey eru rík. Tungídnaðurin, t.d. kola- og stálídnaðurin, ið áður var týdningarmesta vinnan, hevur verið fyri afturgongd, men nýmótans ídnaður, ið ger lidnar vørur, og vinnugreinir í tænastuvinnuni eru komnar ístaðin.

 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo