Í Sveis, Eysturríki og í lítla landinum Liktinstein eru hægstu fjøll í Evropa, Alpurnar. Høga fjallalendið er atvold til, at londini eru skipað, sum tey eru, politiskt, tí at so ilt hevur verið at komið fram í høgu fjøllunum. Sveis og Eysturíki eru býtt í landslutir, ið hava rættiliga nógv vald á egnum viðurskiftum. Londini hava ikki samband beinleiðis við sjógv, og ráevni eru næstan eingi, tí hava øll trý londini verið noydd at hava góð viðurskifti við grannar sínar og skipa ídnaðin soleiðis, at hann krevur lítla rávøru.
Høgu Alpurnar eru tvørtur um Sveis og Eysturíki og gera natúrligt mark ímillum norðara part av Evropa og londini suðuri við Miðjarðarhav. Fyrr máttu fólk fara norður ella suður um Alpurnar ígjøgnum trong skørð, sum javnan vórðu avkavað. Nú er framkomandi eftir vegi ella jarnbreyt alt árið, tí at høgar brýr eru bygdar, og tunlar eru skotnir ígjøgnum fjøllini. Sveisisk byggifeløg eru vorðin ímillum tey fremstu í heiminum at gera tunlar.
Gróðurin í Alpunum er gott dømi um, hvussu nógv hitalagið ávirkar gróðrarlíkindini. Ovast vaksa bara harðførastu plantur. Leyvskógur veksur niðri í dølunum, ovari veksur nálaskógur, hann tolir meiri kava, tí at greinarnar eru bendar niðureftir. Oman fyri skógarmarkið er berligt kjarrlendi, og har vaksa lágar blómuplantur. |