Í útnirðingshorninum á teimum ovurstóru víddum, sum einaferð vóru Sovjetsamveldið, eru nú fyra sjálvstøðug lond. Try teirra, Estland, Lettland og Litava, eru út ímóti Eystarasalti. Hesi try londini verða undir einum kallað Baltalond. Fjórða landið, Hvítarussland, er inni í landinum. Lendið er láglendi við heyggjum, áum, vøtnum og mýrum; veðurlagið er kalt og vátligt. Lítið ráevni er í hesum strálbygdu londum. Mentanin er ymisk úr landi í land, og fólkið er illa roynt og hevur í øldir tolt nógv, tí at tey hava leingi staðið undir øðrum størri tjóðum. Londini hava verið vígvøllur í stórveldabardøgum.
Frælsisstríðið í teimum trimum Baltalondunum átti sín stóra part í, at Sovjetsamveldið fall í 1991. Eitt av frælsistiltøkunum var, at fólk tóku saman hendur og gjørdu manngarð ígjøgnum øll trý londini. Baltafólkini royna nú at knýta samstarvsbond við grannalond síni, serstakliga Pólland og Finnland.
Av tí at dyrkilendið nógvastaðni ikki er so gott, og veðurlagið er kalt og vátligt, er avmarkað, hvat veksur. Høvuðsgrøði er korn, epli og sukurrøtur. Vátligu markirnar verða nýttar til beiti. Fiskiskapur er týdningarmikil vinnuvegur í Baltalondum. |