Lútkens úlvfiskur (úlvfiskaættin)
Lycodes luetkenii Collett, 1880
Stødd: Lútkens úlvfiskur verður upp í 49 cm langur.
Dýpi: Hann er fingin millum 839 metrar og 1098 metrar. Hann er í køldum sjógvi, umleið ÷1°C.
Litur: Hann hevur døkkan lit, 5-6 ljós bond frá ovara kanti á ryggfjøðurini og nakað niður á síðurnar, er helst ljósur eisini tvørtur um nakkan og aftur til kápuna.
Teinar: U 23.
Lýsing: Hann er langur og mjávaksin fiskur. Kropshæddin við fremra enda á gotfjøðurini er um 13% av heildarlongdini. Uggafjøðurin er um 16-17% av heildarlongdini. Hann hevur ongan stert, men rygg- og gotfjøðurin ganga saman í ein spíss á sporlsendanum. Hann hevur eina striku mitt aftur eftir síðuni. Roðsla er fram til fremra enda á ryggfjøðurini. Hann er roðsluleysur undir búkinum og á ómakaðu fjaðrunum. Av gronini til fremra enda á gotfjøðurini eru um 48% av heildarlongdini.
Eyðkenni: Longdin av gronini til gotfjøðurina. Hann hevur eina striku.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Lütkens ålebrosme
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Áburrufiskar Perciformes Hesin hópurin er størstur av fiskahópunum. Í hópinum eru 160 ættir, 1539 slektir og 10033 sløg. Av teimum eru 18 ættir við Føroyar, og hesar hava 29 slektir og 41 sløg:
Í hópinum er ein størri blanding av fiskum við mongum ymsum frábrigdum og útsjónd, langir og klænir, smáir og stórir, smalir og høgir. Her eru fiskar, ið hava bleytar teinar í fjaðrunum, og aðrir, ið hava harðar teinar í fjaðrunum. Nakrir hava eina, aðrir hava tvær ryggfjaðrar. Í karpaættini eru onkur fiskasløg tvíkynjaði. Undir Føroyum eru bert saltvatnsfiskar í hesum hópinum, men úti í heimi eru eisini sløg, sum eru í feskum vatni og í blandingsvatni. | ||