Ljósangi (angaættin)
Holtbyrnia macrops Maul, 1957
Stødd: Ljósangi verður upp í 25 cm langur.
Dýpi: Hann er úr 300 m niður á 1000 m í dagslýsi, í myrkri upp á umleið 100 metra dýpi.
Litur: Hann hevur javnt dimman lit.
Teinar: R 18-21; G 14-18; U>16.
Lýsing: Kroppurin á ljósanga er eitt sindur samantrýstur, næstan dupult so høgur sum breiður. Hann hevur eina ryggfjøður aftan fyri miðjuna, smáar uggafjaðrar, smáar búkfjaðrar, ið sita aftan fyri miðjuna, men eitt lítið vet fremri enn ryggfjøðurin. Gotfjøðurin er á stødd við ryggfjøðurina, og fremri endi á gotfjøðurini situr umleið mitt undir ryggfjøðurini.
Høvdið er heldur stórligt, umleið ella minni enn 1/3 av standardlongdini. Tranturin er nakað spískur og upprendur. Hann hevur beina striku mitt eftir síðunum. Hann hevur smá eygu. Kjaftbeinini røkka aftur um eygað.
Ein lítil naddi, angi, er á síðunum oman fyri uggafjaðrarnar. Eingi hol eru inn í skræðuna oman fyri kápuna. Trý ljósgøgn, avlong, eru undir búkinum. Trý makað ljósgøgn eru við búkfjaðrarnar, gotið og við gotfjøðurina, eitt avlangt tvørturum undir klingruni. Hann hevur breiða og høga klingru.
Eyðkenni: Lítli fiskurin, angin á síðuni, og undir klingruni er eittans ljósgagn.
Týdningur: Ljósangi hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Storøjet skulderlysfisk, en: Bigeye searsid, ís: Marangi
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Glitfiskar Argentiniformes Hesin hópurin hevur 6 ættir, 57 slektir og 202 sløg. Av teimum eru við Føroyar 4 ættir, ið hava 9 slektir og 12 sløg:
Fiskasløgini í hesum hópinum eru tey flestu smá, onkur stór inn ímillum, summi nakað bulmikil og onnur long og kløn. Flestu hava stutta gron og lítlan kjaft. Nøkur hava fitifjøður, onnur ikki. Litirnir á glitfiskunum eru mest blankir, silvurlittir, gulllittir, brúnir ella svartir. Nakrir hava ljósgøgn. Ein ávísur súrligur luktur gongur at flestum teirra. Nakrir eru lutvíst í feskum vatni, annars um øll høv. | ||