Lítla nebbasild (nebbasildaættin)
Ammodytes tobianus Linné, 1758
Stødd: Lítla nebbasild verður upp í umleið 20 cm long.
Dýpi: Hon er niður á umleið 50 m. Sæst viðhvørt uppi á floti.
Litur: Á bakinum hevur hon gulgrønan lit, ofta við bláligum farra. Gullig um síðurnar og hvít undir búkinum.
Teinar: R 49-58; G 24-32.
Lýsing: Lítla nebbasild hevur langan og klænan kropp, langt og spískt høvd, rundligan tvørskurð. Hevur roðslu heilt aftur til sirini (stertafjøðurina). Roðslan undir búkinum er í beinum røðum. Hon kann skjóta yvirkjaftin fram úr sær. Uggafjaðrarnar røkka aftur um fremra enda á ryggfjøðurini. Hetta er nebbasildin, ið vanliga sæst inni á firðum og sundum.
Eyðkenni: Lítla nebbasild hevur ikki blett við nasagluggarnar. Roðslan á klingruni og undir búkinum.
Týdningur: Undir Føroyum hevur hon verið lítið veidd. Aðrastaðni verður hon veidd til ídnað.
da: Sandgrævlig, en: Sandeel, fr: Equille, ís: Sandsíli, no: Småsil, tý: Kleiner Sandaal
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Áburrufiskar Perciformes Hesin hópurin er størstur av fiskahópunum. Í hópinum eru 160 ættir, 1539 slektir og 10033 sløg. Av teimum eru 18 ættir við Føroyar, og hesar hava 29 slektir og 41 sløg:
Í hópinum er ein størri blanding av fiskum við mongum ymsum frábrigdum og útsjónd, langir og klænir, smáir og stórir, smalir og høgir. Her eru fiskar, ið hava bleytar teinar í fjaðrunum, og aðrir, ið hava harðar teinar í fjaðrunum. Nakrir hava eina, aðrir hava tvær ryggfjaðrar. Í karpaættini eru onkur fiskasløg tvíkynjaði. Undir Føroyum eru bert saltvatnsfiskar í hesum hópinum, men úti í heimi eru eisini sløg, sum eru í feskum vatni og í blandingsvatni. | ||