SNAR.fo

Laksur

Astrid Andreasen teknaði.

Laksur (laksaættin)
Salmo salar Linné, 1758

Stødd: Hann verður upp í 150 cm langur.

Dýpi: Umframt at vera í áum og vøtnum er laksur eisini í sjónum, úr vatnskorpuni og niður á kanska 140 m, og helst eisini djúpari.

Litur: Laksur er svartbláur um bakið, silvurskínandi um síðurnar, og undir búkinum er hann hvítligur, rómalittur. Ójavnir, svartir blettir eru um síðurnar, á kápuni og kjálkunum. Í gýtingartíðini um heystið skiftir laksur lit og verður brúnligur við blettum. Fiskurin í laksi er ljósareyður.

Teinar: R 12-15; G 10-14.

Lýsing: Laksur er smidligur fiskur. Hann hevur eina ryggfjøður mitt á bakinum, eina lítla fitifjøður aftarlaga móti klingruni og eina gotfjøður, har aftari endi er umleið undir fitifjøðurini. Sterturin er nakað innbogin. Strikan er bein. Siljafiskar fáa stóran krók á undirkjaftin í gýtingartíðini um heystið. Kjaftbeinini røkka umleið inn undir aftaru rond á eygunum. Anadromur fiskur.

Eyðkenni: Laksur kann verða mistikin fyri sjósíl. Laksur hevur úr 10 upp í 13, vanliga 11, roðslur frá fitifjøðurini til strikuna. Á fremsta táknaboga, inni í boganum, eru táknatindarnir allir rættiligir tindar.

Týdningur: Laksur hevur stóran vinnuligan týdning.

ES: Tað er óvist, um laksur fyrr í tíðini hevur verið í føroyskum áum, men laksurin nú í tíðini er innfluttur úr útlondum og settur út í ávísar áir her.

da: Laks, en: Salmon, fr: Saumon, ís: Laksur, no: Laks, tý: Lachs

Útbreiðsla: Hann er fram við landi og á víðum havi, frá Norðurportugal til Hvítahavið. Í Eystarasalti, við Bretsku Oyggjarnar, undir Føroyum, Íslandi, við Jan Mayen og í Grønlandi. Hann er frá Labrador til Connecticut. Í áum og vøtnum í hesum somu londum.

Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.

Laksafiskar Salmoniformes

Laksafiskahópurin hevur eina ætt við 11 slektum og 66 sløgum:

  • Laksaættin (Salmonidae)

Í Føroyum eru 3 slektir og 5 sløg, harav tann eina ættin við tveimum sløgum, er ikki upprunalig í Føroyum, men er komin úr alibrúkum her og aðrastaðir.

 Langvaksnir og smidligir fiskar. Teir hava eina ryggfjøður, eina gotfjøður og eina fitifjøður.

Øll sløgini gýta í feskum vatni, men nøkur teirra vaksa upp í sjónum. Hesi seinnu eru anadrom.

Hjá havgangandi fiskum er liturin bládimmur um bakið, og síðurnar eru blankar við dimmum blettum. Fiskur í feskvatni er oftast brúnligur ella gulgráur við blettum, men í stórum vøtnum eisini littir sum teir í sjónum, tó kámari.

Fiskurin í laksafiskum er, við onkrum undantøkum, reydligur.

 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo