Lakstobis (lakstobisættin)
Paralepis coregonoides Risso, 1820
Stødd: Lakstobis verður upp í 50 cm long.
Dýpi: Hon er miðsjóvarfiskur á djúpum vatni, úr umleið 50 m niður á 1000 metra dýpi.
Litur: Livandi er hon silvurlitt, dimmari á bakinum. Trolveidd er roðslan avfarin, og liturin er tá ljósabrúnligur, ljósari niðarlaga á fiskinum. Kápan er dimm eins og táknaholan.
Teinar: R 9-11; U 14-15; B 9; G 22-24.
Lýsing: Lakstobis er langur og mjávaksin fiskur, høvdið er langt og spískt. Ryggfjøðurin er væl aftan fyri miðjan fiskin. Fitifjøðurin er tætt aftur móti klingruni. Hon hevur uggafjaðrar og búkfjaðrar. Gotfjøðurin er aftast á sporlinum. Eftir strikuni eru 59-61 roðslur. Ryggjargeislar eru 67-73 í tali.
Eyðkenni: Búkfjaðrarnar eru eitt vet fremri enn ryggfjøðurin. Nasagluggarnir eru beint yvir aftara enda á yvirkjaftinum. Á hinum lakstobisunum er yvirkjafturin aftari.
Týdningur: Lakstobis hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Nordisk lakstobis, en: Lancet fish, fr: Lussion, ís: Stóra geirsíli, no: Stor laksetobis, tý: Lachsspierling
Mouritsen, Rógvi: Fiskar undir Føroyum. Føroya Skúlabókagrunnur og Fiskirannsóknarstovan. Tórshavn. 2007.
Langkjaftafiskar Aulopiformes Hesin hópurin hevur 15 ættir, 44 slektir og umleið 236 sløg. Av teimum eru undir Føroyum 4 ættir við 6 slektum og 6 sløgum:
Ymiskir í stødd, frá heilt smáum upp til heilt langar fiskar. Mjáir og smidligir fiskar við longum høvdi og kjafti, summi sløg við stórum hvøssum tonnum og høgum, longum fjaðrum. Skapið á táknabogunum er serligt, minnir um rimaverk. Nøkur sløg í hesum hópinum liva við botnin, onnur uppi í sjónum. | ||